www.faroeseaweed.org © • Agnes Mols Mortensen

 

 

Tari - Faroe Seaweed

 

Porphyra (Rhodophyta) species in the Faroe Islands - an ecological, morphological and molecular approach

MSc høvuðsritgerin varð gjørd á algudeildini á universitetinum í Keypmannahavn og varð liðug í juni 2007. Vegleiðarir vóru Poul Møller Pedersen, lektari á algudeildin, og Ruth Nielsen, kurator á alguherbariuminum á Náttúrugripasavninum í Keypmannahavn.    

Meðan eg arbeiddi við høvuðsritgerðini, fekk eg eitt samstarv í lag við Prof. Juliet Brodie, á Natural History Museum í London, ið er ein av heimsserfrøðingunum innan Porphyra gransking. Hetta samstarv hevur verið sera gevandi og inspirerandi, og higartil er ein vísindalig grein komin burturúr.

Porphyra er ein reyðtaraslekt, har torfør er at kenna sløgini frá hvørjum øðrum grunda á morfologiskar karakterir. Endamálið við høvuðsritgerðini var at kanna hvørji Porphyra sløg eru í Føroyum, hvar í fjøruni tey veksa og nær á árinum tey eru at finna. Vistfrøðiligar, morfologiskar og molekylerar metodir vóru nýttar, í hesi verkætlan, til slaggreining og vistfrøðiliga kanning. Tann molekylera tilgongdin var grunda á DNA sekvensering av tí mitokondriellu íleguni, cox1.

Feltarbeiði var gjørt á Trongisvágsfirði gjøgnum eitt ár og á fýra lokalitetum við ymiskari eksponering frá havinum.

Úrslitið av mínum arbeiði og Porphyra arbeiðinum hjá Brodie et al., 2001 og Brodie & Nielsen, 2005 vísa at uml. 12 Porphyrasløg eru í Føroyum. Á teimum bretsku oyggjunum eru uml. 9 Porphyrasløg skrásett, í Danmark uml. 5 Porphyrasløg, í Íslandi uml. 6 Porphyrasløg og í Noregi uml. 5 Porphyrasløg. Samanborið við okkara grannalond, sær tað út til at Føroyar hava eina sera ríka Porpyrafloru. Porphyraarbeiði vantar tó í hesum parti av Norðuratlantshavinum, og møguliga verða fleiri sløg skrásett í teimum ymisku londunum í framtíðini.

 

 

 

 

 

 

 

 

  

Perman á høvuðsrittgerðini.

 

 

"Postari" við teimum týdningarmiklastu úrslitunum frá høvuðsritgerðini, presenteraður á XIXth International Seaweed Syposium, Kobe, Japan, 2007.

agnes mols mortensen • traðarvegur 27 • fo-800 tvøroyri • faroe islands • tari@faroeseaweed.org • +298 504863