www.faroeseaweed.org © • Agnes Mols Mortensen

 

 

Tari - Faroe Seaweed

 

Royndaraling av brúntaranum Alaria esculenta (L)

Arbeiði er byrja í november 2007, við tí endamálið at fáa størri kunnleika um aling av brúntaraslagnum Alaria esculenta í Føroyum.

Alaria esculenta eitur Tang á føroyskum. Tang er dimmbrúnur á liti og uml. 1 til 3 m til longdar. Slagið trívist best á brimplássi, har tað veksur úti á einum dýpi, ið er beint undir lægstu fjøru og kemur ofta undan tá streymurin er harður og fjøran stór. Eldri fólk í Føroyum minnast, at tey sum børn, hava etið Tang, tá tey spældu í fjøruni, og serliga var tað miðstrongurin, ið smakkaði væl.

Alaria esculenta hevur eitt vinnuligt potentiali og verður selt, til matna, undir heitinum Atlantic Wakame. Wakame er tað japanska navnið fyri eitt taraslag, ið er sera væl umtókt til matna. Alaria esculenta minnir nógv um Wakame, bæði í útsjónd og í smakki.

Fleiri føroysk tarasløg hava vinnuligt potentiali, og gransking innan umráðið kann slóða fyri nýggjum vinnuligum leiðum.

Skal taravinna hava lív laga í Føroyum, er tað neyðugt at ala tara í staðin fyri at troyta tann natúrligt vaksandi stovnin. Um tarin er aldur, ber til at stýra framleiðsluni á besta hátt og hartil verður vistsipanin í sjónum, rundan um oyggjarnar, ikki órógvað.  

Royndir eru gjørdar við at fáa Alaria esculenta at veksa á línu. Kynsbúgvin individ av Alaria esculenta vóru heinta úr náttúrunu, og umstøður vóru tillagaðar til í starvsstovuni, soleiðis, at tarin fekst at gjøgnumføra lívssøguna. Hetta eydnaðist væl, og 4. januar vóru línurnar, við millimetur stórum Alaria esculenta sporofyttum, settar á sjógv, fyri at búnast til fullvaksin individ. Vøksturin verður neyvt fylgdur og tá tarin er útvaksin, hava vit eitt tal fyri vakstrarratu og eina meting av, hvussu stóran biomassa, av Alaria esculenta, tað ber til at ala pr. metur línu.

Henda verkætlan verður framd í samstarvið við Susse Wegeberg, Københavns Universitet og Mortan Mols Mortensen, Farcon Spf. & Palla Mortensen, Tvøroyri.

 

 

 

 

 

Lína við Alaria esculenta sporofyllum 12.12.2007, forstørraðir 100X.  

Millimetur stórir brúnir prikkar á línuni, 18.1.2008.

Alaria esculenta sporofyttar, 14.3.2008.

 

Alaria esculenta sporofyttar, 24.4.2008.

Alaria esculenta sporofyttar, 23.5.2008

Alaria esculenta sporofyttar, 6.6.2008

agnes mols mortensen • traðarvegur 27 • fo-800 tvøroyri • faroe islands • tari@faroeseaweed.org • +298 504863